Búmerkið hjá felagnum
Heim /
Tænastur

Tænastur.

Bulur og sethúsaframleiðslan

Sethúsini frá Buli verða framleidd sum element á verkstaðnum á Signabø. Dentur verður lagdur á neyvleika og góðsku, so síðu- og takelementini eru fullkomin, tá tey verða flutt á byggistaðið. Takelementini eru klædd við dúki. Húsini verða sett upp og gjørd liðug uttan.

Arbeiðslagið tryggjar skjóta og effektiva byggigongd, har arbeiðið er trygt frá byrjan.

Tá húsini eru sett upp, verða vindeygu og úthurðar sett í. Húsini er veðurtrygg og tøtt. Keyparin velur sjálvur, hvat tak hann vil hava. Eisini hvat takhallið verður. Takhallið treytar, hvat slag av taki verður valt.

Við hesum arbeiðshátti bjóðar Bulur skjótar og dygdargóðar loysnir til kappingarføran prís.

Bulur bjóðar tvinnar byggiloysnir:

1.      At kundin keypir innilokað hús, har kundin sjálvur ger húsini liðug innan. Samstarvið  millum kundan og Bul er fullfíggjað.

 

2.      At Bulur innrættar og bjálvar húsini. Í arbeiðinum verða el-installatiónirnar eisini gjørdar. Bulur brúkar undirveitarar til arbeiðini.

Írestandi arbeiðini, so sum gólvalegging, málaraarbeiði, vátrúm/wc o.a., kann Bulur vísa til veitarar á økinum.

Um kundin keypir innilokaða húsið, loysn 1, er tað ein treyt, at hann ikki broytir konstruktiónina á bygninginum, uttan at hetta verður gjørt í samráði við Bul. Eru broytingar neyðugar, skal Bulur gera arbeiðið og rindar kundin Buli fyri tað.

Um kundin velur loysn 2 røkkur samstarvið/sáttmálin til og við at húsini eru innrættað. Hetta er treytað av, at annað ikki er avtalað.

Ynskir kundin, at Bulur eisini ger jørðdekk (sokkul/dekk) undir húsinum, bjóðar Bulur ta veitingina. Bulur kann eisini leggja vvs/hitarør í betonggólvið (dekkið). Hetta verður gjørt av undirveitara, og er ikki treytað av, um kundin velur byggiloysn 1 ella 2.