Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tænastur /
Elementbygging

Elementbygging.

<-- Far aftur til Tænastur

Bulur nýtir eina framkomna elementbyggingarskipan, har húsini verða framleidd í elementum á verkstaðnum á Signabø. Elementini verða framleidd við hægstu neyvleika og flutt til byggistaðið, har tey verða sett saman og síðani gjørd liðug útvendinga. Hesin arbeiðshátturin tryggjar eina skjóta og effektiva byggigongd, har arbeiðið á staðnum verður væl skipað og málsøkið trygt frá byrjan.

Eftir uppseting á staðnum verða vindeygu og hurðar sett í, dúkur koyrdur á takið og húsið verður innilokað og liðugt útvendinga, soleiðis at tað er veðurtrygt og klárt til víðari arbeiði við innrætting. Við hesum arbeiðshátti kann Bulur bjóða skjótar loysnir, ið samstundis halda ein kappingarføran prís, uttan at dygdin verður skert.

Elementbyggingin hjá Buli ger tað møguligt at sameina dygd og góðan prís. Hetta gevur kundanum eina fullfíggjaða loysn við møguleika at stýra og tillaga innrættingina eftir egnum ynski.

Avmarkingar

  1. Kundin skal sjálvur umbiðja tilboð frá ørðum veitara
  2. Húsini eru ikki bjálvaði
  3. Húsini skulu standa og avfukta í nakrar vikur eftir uppsetan
  4. Annað